Terms of service

Handilstreytir hjá Sp/f SOLBAKK

Almennar upplýsingar.
Sp/f SOLBAKK
Heiðavegur 11B .
460 Norðskáli Kl.
V-Tal: 648787
Telefon: +298 599966
Teldupostur: solbakk.solbakk@gmail.com

Prísir.
Hjá Sp/f SOLBAKKeru allir prísir í føroyskun krónum (dkk) og eru upplýstir inkl. MVG og avgjøld. Vit tilskila okkum rættin at broyta prísir frá degi til dags uttan samtykki frammanundan.

Gjalding.
Sp/f SOLBAKK tekur ímóti gjaldi við VISA-Dankort, Mastercard, Bankaflyting. Gjald verður bert trekt av tínari kontu, tá vøran er send. Allar upphæddir eru í DKK. føroyskun krónum og við mvg. Tað verur tyki fyrivarni fyri prísfeil og útseldar/avlýstar lutir.

Vøruútbering.
Sp/f SOLBAKK strembar eftir at senda bíleggingar skjótast gjørligt.
Vit senda til allar Føroyar. Fraktprísur úr 45kr. Vørur verða latnar til tað leveringsadressuna, sum er tilskilað við bílegging.
Vit senda ikki uttanlands.
Tínar vørur verða sendar við Posta, ella Sp/f SOLBAKK
Um trupulleikar stinga seg upp, vinarliga set teg í samband við okkara kundatænastuna.
Vørur verða latnar hvønn gerandisdag í vikuni. Tín vøra verður send innan 10 virkisdagar eftir bílegging.

Kærurættur.
Tað er 2 ára kærurættur sambært donsku sølulógini. Okkara klagurættur er galdandi fyri brek í tilfari og ella framleiðslu. Tú kanst fáa vøruna umvælda, skifta, peningin afturlatnan ella lækking í prísinum, alt eftir ávísu støðuni. Kæran er ikki galdandi fyri feilir ella skaðar, ið standast av skeivari handfaring av vøruni. Tú skalt boða frá innan "rímiliga tíð" eftir at tú hevur funnið brekið/feilin. Sp/f SOLBAKK fer í rímiligan mun at rinda afturberingarkostnaðin.

Við afturbering av vøru, skalt tú senda til:
Sp/f SOLBAKK
Heiðavegur 11B .
460 Norðskáli.

Endurgjalding.
Um talan er um endurgjald, skalt tú seta bankaupplýsingar við í formi av bankanummari og kontonummari, soleiðis at avtalaða upphæddin kann flytast. Hesar upplýsingar kunnu latast uttan váða við telduposti ella arðari elektroniskari tænastu, tí tað er ikki viðkvæmir upplýsingar og verða bert nýtir til okkara útfylling av endurgjaldinum.

Rættur til afturtøku.
Vit geva 14 dagar fullan afturlatingarrætt, sum verur givin fyri vørur, sum eru keyptar í okkara heimasíðu, og ikki eru persónliga gjørdar

Tíðarskeiðið er roknað frá degnum;
- Tá tú fært bíleggingina.
- tú fær seinasta lutin í fysiskari ogn, tá talan er um avtalu um fleiri ymiskar vørur, bílagdar í einari bílegging, men útflýggja hvør sær ella í fleiri pørtum.
- Fyrsti lutur í fysiskari ogn, tá talan er um regluliga útflýggjan av vørum yvir eitt ávíst tíðarskeið.
Tú mást sjálvur gjalda afturberingarkostnaðin.
Avlýsing skal fráboðast okkum í seinasta lagi 14 dagar eftir keypið. Tú skal senda vøruna aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir fráboðan. Fráboðanin skal gevast við telduposti til solbakk.solbakk@gmail.com. Í fráboðanini skalt tú týðiliga viðmerkja, at tú ynskir at nýta tín afturtøkurætt. Um tú ynskir at lata okkum vøruna aftur, skalt tú senda vøruna til:
Sp/f SOLBAKK
Heiðavegur 11B .
460 Norðskáli.

Tú kanst ikki avlýsa við at bara nokta at taka ímóti vøruni uttan eisini at geva greiða fráboðan um hetta.
Vørur, sum eru undantiknar rættinum til afturtøku .
Fylgjandi vørusløg eru ikki undir afturtøkurættinum:
- Vørur, sum eru framleiddar eftir forskriftum hjá brúkaranum ella hava fingið ein greiðan persónligan dám.
- Vørur í hava fingi skaða eftir brúkarin hevur mótiki vøruna.

Afturlatingar.
Tú skalt lata bíleggingina aftur uttan óneyðuga drál og í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur nýtt tín afturtøkurætt. Tú mást gjálda beinleiðis útreiðslurnar av at lata vøruna aftur. Tá tú sendir aftur, hevur tú ábyrgdina av, at vøran er rætt pakkað. Tú skalt leggja avrit av bíleggingarváttanini við.
Tú ber váðan fyri vøruni frá tí, at vøran er latin, til vit hava fingið hana aftur.

Standur á vøruni við afturlating
Tú hevur bert ábyrgd av versnan av vøruni, sum stendst av aðrari handfaring enn tí, sum er neyðu fyri at áseta slag, eginleikar og hátt, sum vøran virkar. Við øðrum orðum kanst tú royna vøruna, sum um tú roynir hana í einum fysiskum handli.

Um vørurnar hava verið royndar umframt tað, sum er lýst omanfyri, verða tær roknaðar at vera brúktar. Hetta merkir, at um tú avlýsir títt keyp, fært tú bert ein part ella ongan av keypsprísinum aftur, alt eftir handilsliga virði á vøruni, tá hon er móttikin av afturlatingini. Fyri at fáa fullan keypsprís aftur, mást tú tí royna vøruna uttan í roynd og veru at brúka hana.

Endurgjalding.
Um tú avlýsir títt keyp, fært tú sjálvandi upphæddina, sum tú hevur goldið okkum aftur.
Er talan um virðislækking, sum tú hevur ábyrgd av, verður hetta drigið frá keypsprísinum.
Við at nýta afturtøkurættin, verða allar gjaldingar, sum eru móttiknar frá tær, herundir útkoyringarkostnaður (undantikið eykakostnaður), endurgoldnar uttan óneyðuga seinking og í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi, at vit hava fingið avgerðina av afturtøkuni. Endurgjald verður gjørt við sama gjaldshátti, sum tú brúkti til upprunaliga keypi, uttan so at tú beinleiðis hevur játtað okkurt annað.
Vit kunnu halda endurgjaldinum aftur, til vit hava fingið lutin aftur, uttan so at tú hevur latið skjøl um, at tú hevur latið hann aftur áðrenn tá.

Heinta á okkara adressu.
Á okkara nethandli ber til at velja at heinta okkara vørur á okkara adressu. Á henda hátt ber til at bíleggja ein lut á netinum, og síðani heinta lutin fysiskt á okkara adressu.

Persónsupplýsingarpolitikkur
Fyri at tú kanst gera avtalu við okkum og handla á okkara heimasíðu, hava vit brúk fyri hesum upplýsingum um teg:

Navn
Bústaður
Telefonnummar
T-postadressa
Kunning um hvat tú hevur keypt

Vit viðgera tínar persónsupplýsingar við tí endamáli at kunna útflýggja lutin til tín, og at kunna viðgera fyrispurningar viðvíkjandi tínum keypi. Viðgerðin fer fram eftir reglunum í okkara persónsupplýsingarpolitikki fyri Sp/f Solbakk transport. Her kanst tú lesa meira um, hvussu tínir upplýsingar verða viðgjørdir, nær tær verða strikaðar, og hvørji rættindi tú hevur sum skrásettur brúkari.